Tíðindi

17. feb 2025

Sonni næstformaður í Kongshavnar havnastýri

Kommunurnar kring um Skálafjørðin varða av felagsskapinum Kongshavnar havnastýri. Høpið er skipað eftir ”Bekendtgørelse (no.326) om havnereglement for Kongshavn (Skaalefjord) – frá 18. oktober 1913. Fyrst og fremst var ætlanin við felagsskapinum at krevja inn havnagjøld frá skipum, sum komu inn um eina linju á fjørðinum, ið gekk ímillum tveir varðar við kirkjurnar á Glyvrum og við Sjógv. Seinni er gjaldslinjan flutt suðuryvir – millum Raktanga og vitan á Garðsenda. Felagið hevur verið til síðan 1914.

Nýtt stýri verður valt, táið Eysturkommuna (15%), Sjóvar kommuna (23%), Nes kommuna (14%) og Runavíkar kommuna (48%) hava skipað seg eftir kommunuval. Nettovinningurin verður lutaður útaftur eftir fjørulongdini, sum tær fýra kommunurnar eiga kring um fjørðin – lutfallið sæst omanfyri.

Fríggjadagin 14. februar hevði nývalda stýrið sín fyrsta fundin. Tey, sum nú sita í stýrinum, eru Ann Fuglø fyri Eysturkommunu, Sonni Johansen fyri Sjóvar kommunu, Niels Jacob Nielsen fyri Nes kommunu og Bogi Hansen og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu.

Stýri skipaði seg við Boga Hansen sum formanni, Sonna Johansen sum næstformanni og Tórbirni Jacobsen sum nevndarritara og kassameistara.

Semja var um at virka eftir tí fíggjarætlan, sum fráfarna stýri hevur lagt fyri árið 2025.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
20. feb 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. februar 2025
19. feb 2025
Morgunkaffi á Missiónsvikuni - Ingolf Johannesen vísur film tá Reynsatindur var í Grønlandi
19. feb 2025
Missiónsvika á Strondum
19. feb 2025
H-skinnarar og boylar til sølu
18. feb 2025
Undantaks­loyvi til taðing
17. feb 2025
Undantaks­loyvi til taðing
17. feb 2025
Fyri fyrstu ferð er fólkatalið á Strondum farið upp um 1.100
17. feb 2025
Sonni næstfor­maður í Kongshav­nar havnastýri

Send boð til Sjóvar kommunu