Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 23.09.2024
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Arthur D. Poulsen og Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 16:00 – 18:00
Viðmerkingar: Arthur D. Poulsen fór av fundinum kl. 16:45
Arthur D. Poulsen luttók til viðgerðina av niðanfyristandandi máli
Málslýsing: Bygdahúsið og fíggjarætlan 2025
Arthur D. Poulsen greiddi frá virkseminum í bygdahúsinum og ynskjum til fíggjarætlan 2025.
Avgerð: Til umrøðu
Arthur D. Poulsen luttók til viðgerðina av niðanfyristandandi máli
Málslýsing: Ungdómshúsið og fíggjarætlan 2024 og 2025
Arthur D. Poulsen greiddi frá virkseminum í ungdómshúsinum og ynskjum til fíggjarætlan 2025. Eisini varð fíggjarætlanin 2024 til umrøðu, har neyðugt verður við einari eykajáttan.
Avgerð: Málið lagt fyri fíggjarnevnd.
Málslýsing: Stranda skúli og fíggjarætlan
Fundur hevur verið við leiðslu skúlans og leiðslu skúlastýrins, at gera eina langtíðarætlan fyri viðlíkahald og útbygging av Stranda skúla.
Hetta arbeiðið er sett í gongd, og er ætlanin at hava okkurt klárt til fíggjarætlanararbeiðið fyri 2025.
Avgerð: Til umrøðu
Mál nr.: 323-4-2019
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Spæliøki við Stranda skúla
Avgerð: Nevndin mælir til eina eykajáttan at gera spæliøkið liðugt.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd
Mál nr.: 549-1-2024
Reist av: Oddvør Johannesen
Málslýsing: Spælipláss við Nónvarða
Avgerð: Nevndin heldur at uppskotið at gera spælipláss við Nónvarða er áhugavert, og er sinnað at arbeiða víðari við uppskotinum.
Mál nr.: 324-5-2024
Reist av: Knassar
Málslýsing: Lýsingar í samband við EM kvinnuhondbólt
Avgerð: Samtykt ikki at lýsa