Tíðindi

16. nov 2024

Marknaðardagur í bygdahúsinum sunnudagin 17. november

Sunnudagin 17. novembur kl. 14.00 - 18.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum.

Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.

Í ár er einki undantak, tí einir 25 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.

Enn er tó pláss til einkultar sølubásar til marknaðardagin 2024. Ynskir tú at selja eitthvørt, verða tú biðin um at boða frá hjá Mainhild á tlf. 221670 ella mainhild.h@gmail.com

Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
20. nov 2024
Áheitan til bilførarar
18. nov 2024
Eldraráðið fund í Løkshøll í kvøld
17. nov 2024
Snældan 75 ára stovningardag
16. nov 2024
Marknaðardagur í bygdahúsinum sunnudagin 17. november
13. nov 2024
Úrslit frá vali til eldraráðið hjá Roðanum 12. nov. 2024
13. nov 2024
Úrslit frá skúla­stýrisvali­num 12. nov. 2024
13. nov 2024
Úrslit frá kommunuvali­num 12. nov. 2024
12. nov 2024
Hagtøl í kommunu­num seinastu 10 árini

Send boð til Sjóvar kommunu