Tíðindi

17. sep 2024

Sjóvar kommuna hevur keypt nr. 7 og 10

Minnist tú, hvat hendi í januar? Tá ein tíggjundapartur av øllum føroyingum fóru til Berlin?
Tað gera vit.

Fyri eina hondbóltskommunu sum okkara var hetta helst størsta ítróttarliga hending nakrantíð.

Bert tvær kommunur vóru umboðaðar við leikarum á liðnum, Sjóvar kommuna var onnur. Tveir leikarar av Strondum, uppvaksnir í okkara stolta felagi, St.Í.F.

Nú hevur kommunan keypt blusurnar, sum Allan og Kjartan spældu í í Berlin, og tær skulu fyribils hanga til heiðurs og æru á kommunuskrivstovuni. Hvør veit, kanska koma tær einaferð at hanga í ítróttarhøllini á Strondum?

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. aug 2024
Kommunuval 12. nov. 2024
19. sep 2024
Valevnislistar til kommunuvalið 12. nov.
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024
17. sep 2024
Sjóvar kommuna hevur keypt nr. 7 og 10
14. sep 2024
Stranda kvøldskúli - Skráin veturin 2024/­2025
10. sep 2024
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár
09. sep 2024
Jónsvein sløkkiliðs­maður í 25 ár
06. sep 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur

Send boð til Sjóvar kommunu