Tíðindi

02. sep 2024

Nýggi Kambur komin


- Eg haldi hetta er eitt gott skip, hóast tað ikki er nýtt. Tað er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjar, sigur Mortan Mortensen, skipari og ein av eigarunum

Klokkan átta gjáramorgunin kom nýggi Kambur, fyrrverandi Veststeinen á Skála. Tað er felagið M&S Strendur, á Strondum, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Norra. Eigarar, familja og vinir tóku ímóti, og bjóðaðu umborð til ein góðan morgunmat.

- Eg haldi hetta er eitt gott skip, hóast tað ikki er nýtt. Tað er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjari. Tað sigur skiparin og eina av eigarunum Mortan Mortensen.

- Eg kann nevna, at høvuðsmotorurin er frá 2018 og var høvuðsumvaldur í 2023. Ljósmotorarnir eru frá 2023 og verksmiðjan og frystiútgerðin er frá 2013, sigur hann.

- Okkurt smávegis skal gerast við skipið, sum ætlandi tekur umleið tvær vikur. So verður fari til fiskiskap. Fleiri av manningini frá fyrrverandi Kambi koma við, og so hava fleiri spurt um hýru, so vit eru um at verða mannaðir, sigur Mortan Mortensen.

Skipið kemur at eita Kambur. Tað er 47 metrar langt og 10 metrar breitt. Motorurin er Caterpillar og ljósmotorarnir eru Scania. Kambur lastar 360 tons.

Sjóvar kommuna ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Kambi.

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. aug 2024
Kommunuval 12. nov. 2024
14. sep 2024
Stranda kvøldskúli - Skráin veturin 2024/­2025
10. sep 2024
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið 50 ár
09. sep 2024
Jónsvein sløkkiliðs­maður í 25 ár
06. sep 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
02. sep 2024
Nýggi Kambur komin
29. aug 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 28. august2024
27. aug 2024
Koyrikort til lítil prutl - Stranda kvøldskúli 2024/­2025

Send boð til Sjóvar kommunu