Tíðindi

11. jul 2024

Vilt við vilja

Ávirkanin, ið seyðurin hevur havt á bygdalívið í Føroyum, er rættiliga stórur, og seyðurin hevur eisini havt sera stóran týdning fyri livilíkindini hjá øllum føroyingum. Spakuliga minkaði tørvurin á hesum kríatúri, og øllum, ið fáast kundi burturúr seyðinum. Ullin, ið plagdi at vera Føroya gull, verður nú nóg illa brúkt, og nógvastaðni verður hon brend, men tíbetur hava vit sæð smærri glottar hesum viðvíkjandi tey seinnu árini. Maturin, ið seyðurin gav, til tann harða føroyska veturin, er ikki so forkunnugur og spennandi longur, tí lættari er at keypa sær okkurt fekst í handlinum, ella møguliga ein skundverð í einari bensinstøð ella í einum pitsastað.

Urtagarðsmentanin hevur av álvara tikið seg upp hjá fæloysingunum á bygd, og tey flestu grundstykkir eru blivin til smáar urtagarðslundir, har ið alskyns sløg at innfluttum runnum og staudum vaksa, lið um lið við eplaveltuna og rótakálið.

Sjálvandi tráar seyðurin eftir at sleppa inn í hesar oasur, og mangan hevur veruliga prutlað og dampað undir lokinum, tá ið eigarin á morgni vaknaði til vandalismu inni á sínum grundstykki, har ið bløðkurnar vóru slaktaðar og allar tulipanirnar vóru etnar. Trýstið á kommununa at fáa seyðin burtur úr bygdum øki øktist so líðandi, og í veruleikanum var tað bert ein spurningur um tíð til seyðurin mátti lúta. Sjóvarmenn vóru teir fyrstu, ið gjørdu avtalu um, at seyðurin ikki skuldi sleppa at ferðast frítt ímillum hús og á vegirnar, síðani komu Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes, hvør aftaná aðra. Av bygdunum í Sjóvar kommunu er tað nú bert Selatrað, ið framvegis hevur seyð gangandi frítt vetrarhálvuna.

Tá ið nú seyðurin ikki røktar innangarðsjørðina longur, eru floran eisini broytt. Nógvur veltur bøur verður ikki sligin, og deyðasinan liggur sum ein mjúk dýna omaná øllum sveittanum hjá okkara forfedrum, ið løgdu inn teigar til grønkandi bø.

Nakað annað, ið vit eisini hava fingið, er ein ørgrynna av uppruna føroyskum plantum, ið njóta gott av, at seyðurin ikki sleppur at halda teimun niðri. Hesar plantur eru av álvara komnar fyri seg, og nørast og mennast skjótt, væl dustaðar av øllum teimum mongu humlunum og býflugunum, ið eisini eru øktar nógv í tali, tey seinastu árini.

Tá ið nú seyðurin ikki longur sleppur at røkta innmarkina, so hevur Sjóvar kommuna sett sær fyri, at vit, í ávísum útvaldum økjum, vilja røkja hesa uppgávu, og hava á hvørjum ári, síðani seyðurin bleiv rikin av bønum fyri seinastu ferð sligið og trimmað vegskráar tætt upp at kommunalum bygningum og tænastum, umframt økini við minnisvarðar og kirkjugarðar, sum vit eisini røktu frammanundan.

Royndarverkætlan

Eitt av hesum økjum, ið vit hava valt at røkta, er økið við gamla hondbóltsvøllin og niðan ímóti Bygdahúsinum. Hetta lendið er sera fjølbroytt, við vallaðum bøi, mýrulendi, gróti og hagalendi. Eisini er ein partur av tí gamla laðaða bøgarðinum í økinum.

Hetta lendið er veruliga fjølbroytt, tá ið talan er um føroyskan upprunavøkstur, og vit hava saman við serkønum fólki gjøgnumgingið hetta økið, og hava gjørt eina royndarverkætlan, ið vit fara at royna í ár. Upprunaliga var ætlanin, at sláa lendið niður seinast í mai, men verkfallið á arbeiðsmarknaðinum, ið var frá 13. mai til 9. juni gjørdi, at byrjanin til hesa verkætlan ikki bleiv soleiðis sum vit ætlaðu.

Tá ið komið var út í juni var longu nógvur av hesum føroyska upprunavøkstrinum byrjaður at koma fyri seg, hetta helst av tí avbera góða og gróðrarríka várinum í ár, og tí valdu vit ikki at sláa alt niður, tí tað nú var ov seint. Vit gjørdu síðani av, at vit í staðin skuldu sláa nøkur økir við varsemi, meðan onnur øki skuldu fáa frið, soleiðis, at vit ikki gjørdu skaða á tann vøkstur, ið vit ynsktu skuldi koma enn betur fram.

Tá ið vit hava valt hesa ætlan, so fer tað óivað at síggja eitt sindur óskipað og óruddiligt út í ár, men “vi har en plan”, og vónandi fer tað at stuðla uppundir okkara upprunaligu ætlan, ið er at fáa upprunavøksturin enn meira fram tey næstu árini.

Tá ið september mánaði er um at sleppa takinum fara vit at sláa alt hetta lendið, tí tá eru planturnar lidnar at blóma fyri í ár, og fara í vetrarhvíld.

Tey næstu árini ætla vit at gera meira burtur úr okkara ætlanum, til dømis við at gera smáar gøtur inn á hetta økið, møguliga seta benkur upp og so fara vit eisini at seta skelti upp, ið lýsa tann einstaka vøksturin og hvussu hann uppførir seg.

Økið liggur tætt við barnagarðin, og vit vóna, at bæði børn og vaksin fara at nýta økið nógv, soleiðis at tey kunnu síggja og fáa eina vitan um tað tilfeingið, ið tann føroyska náttúran borðreiðir við og læra at virða planturnar og vøksturin har hann stendur, og lata hann fáa frið at mennast og nørast.

Okkara fólkakærasta skald, Hans Andrias Djurhuus, hevur sera nógvar eygleiðingar av Føroyum, føroyingum og øllum tí, ið okkara vakra land hevur at bjóða. Hann lýsir gerandisdagin og árstíðirnar, og so vísir hann eisini ans og virðing fyri øllum tí, ið veksur og grør á okkara grønu oyggjum og í okkara vøkru náttúru. Hansara myndatala er heilt einastandandi, og lærir okkum betur at skilja, at tað er neyðugt at víðka sær sjónarringin, og at duga at seta seg inn í viðurskifti, ið vit annars ikki geva okkum far um. Í yrkingini “Tey standa og vagga og tráa”, brúkar hann tann føroyska vøksturin í síni myndatalu, og í okkara verkætlan hava vit beinleiðis valt at brúka hansara myndatalu, har hann í teimum seinastu ørindunum í yrkingini kemur við sínum boðskapi, um Guðs skaparverk:

"Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit: 
“Eg havi væl loyvi at liva 
 her líka so væl sum tit.” 

“Tá verða tey øks at tagna, 
tí tað segði dáin satt: 
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, 
og hvør eigur lívsins rætt!” 

Vit vóna og vænta, at hendan ætlanin verður væl móttikin, og fer at geva okkum íblástur til at fjálga um tann føroyska upprunavøksturin, og ikki at síggja alt sum ókrút og illgresi.

Vit vóna eisini, at hendan royndarverkætlanin sleppur at halda fram, og at hetta økið, og vónandi fleiri við, vera støð, har ið tann føroyski upprunavøksturin sleppur at nørast, til stóra gleði fyri okkum og øll, ið koma aftaná.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
26. aug 2024
Kommunuval 12. nov. 2024
06. sep 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
02. sep 2024
Nýggi Kambur komin
29. aug 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 28. august2024
27. aug 2024
Koyrikort til lítil prutl - Stranda kvøldskúli 2024/­2025
27. aug 2024
Eyka kommunustýrisfundur 15.08.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19.08.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.08.2024

Send boð til Sjóvar kommunu