Tíðindi
Lýst verður við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag
Hervið verður lýst við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag týskvøldið 5. desember kl. 20.00 í bygdahúsinum á Strondum.
Áhugi at vekja felagið til lívs aftur
Í gjár, hóskvøldið 23. november, varð fundur í bygdahúsinum um ætlanina at blása lív í Stranda Sjónleikarafelag.
Á fundinum møtti væl av fólki, og huglagið at fáa lív í sjónleikaravirksemið var avgjørt til staðar. Tí varð gjørt av at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt, soleiðis at nevnd verður mannað og farast kann í gongd við at endurbyggja felagið.
Á fundinum luttóku eisini Noomi Reinert og Arnfinnur Nesá, nevndarforkvinna og nevndarlimur í MÀF. Tey bæði eru eisini virkin í sjónleikaravirkseminum í Losjuni í Gøtu, og tey greiddu frá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) og royndum teirra innan sjónleik.
Nakrar myndir frá fundinum í gjár síggjast niðanfyri.
Nú verður vónað, at undirtøkan verður eins góð og í gjárkvøldið til fundin týskvøldið 5. desember í bygdahúsinum á Strondum.