Tíðindi
FM í talvi fyri gentur
Sunnudagin 19/11 var ein spennandi talvkapping í skúlanum á Strondum.
Her bleiv kappast í FM í talv fyri gentur undir 14 ár, og um hvør skal umboða Føroyar til norðurlandameistaraskapið fyri gentur í talv.
Tað vóru 9 gentur við í kappingini.
Kappingin byrjaði klokkan 13, har Herborg Clarke bjóðaði vælkomin, og tosaði um FM og um norðurlandameistarakappingina.
Síðani hevði borgarstjórin Artur eina talu, har hann bjóðaði øllum vælkomin, og gleddist um at talvkappingar aftur eru at síggja á Strondum.
Eisini takkaði hann fyriskiparunum og foreldrum, fyri tað stóra arbeiði tey gera fyri børnini.
Til síðst ynskti hann gentunum eina góða kapping.
Eftir 7 talv var FM vinnarin funnin, og bæði umboðini til norðurlandameistaraskapið fyri gentur.
Vinnari gjørdist Lisa J Xin
Nummar 2 bleiv Birna Eyðunsdóttir, og nummar 3 gjørdist Natasja Mørkøre.
Lisa og Birna koma at umboða Føroyar í norðurlandameistaraskapinum.
Sjóvar kommuna ynskir teimum til lukku við FM, og úttøkuni til NM.