Tíðindi
Vinnuøki á Hulki - Spunsur uppsettur
Arbeiðið við at gera nýggja bryggju og vinnuøki á Hulki gongur væl. Sprongt er í økinum norðanfyri Vaðhorn Seafood, og hetta arbeiðið er nú so væl áliðið, at í dag bleiv arbeiðið við at seta spunsin upp byrjað.
Væntandi kemur tað at taka umleið eina viku at seta sjálvan spunsin upp, og um ein mánað er spunsurin tryggjaður við akkerum. Vit fara tí at heita á skipaferðsluna eftir fjørðinum, um at vísa varsemi og at sigla varisliga framvið økinum á Hulki tann næsta mánaðin.
Arbeiðið við at gera endaliga ætlan viðvíkjandi tekniskum innleggingum er komið væl áleiðis, og vit fegnast um ta góða samstarvið, ið vit hava við Sp/f Rókina, Landsbyggifelagið, Vaðhorn Seafood og SEV um verkætlanina.
Verkætlanin verður liðug seint í 2020 ella fyrst í 2021, og tá fara vit at kunna bjóða vinnulívinum munandi rúmsáttari og betri karmar til sítt virksemi. Sjálvt vinnuøkið verður økt við umleið 4.500 m2 og vit fáa eina bryggju, við minimum 12 metra dýpi frammanfyri og nýmótans tøkniligum tænastum.
Skálafjørðurin er ein av Føroya bestu náttúruhavnum, og umstøðurnar við Hulkin á Strondum eru serliga góðar, tá ið hugsað verður um veðurlag. Væl goymdar og vardar lógu sluppirnar fyri íla um vetrarnar, og í 1950’unum og 1960’unum var sera nógv virksemi tá ið sildaarbeiði var í hæddini, og tá bleiv verandi havnaøki gjørt. Seinast í 1970’unum bleiv bygt eitt alginatvirki, og í dag brúkar Vaðhorn Seafood hetta virkið til sína framleiðslu, umframt at teir hava bygt virkið út.
Við nýggju samferðsluætlanini og vegakervinum liggur økið eisini serliga væl fyri, bert fáar hundrað metrar frá Eysturoyartunlinum. Harumframt er eisini avmarkað við búseting í økinum, og tí vil eitt økt virksemi bert í avmarkaðan mun órógva bústaðarøkir. Útbyggingarmøguleikar er bæði norðureftir og suðureftir, eins og hugsast kann, at bergið vestanfyri kann nýtast til goymslu og frysting.
Sjóvar kommuna ásannar týdningin av at skapa nýmótans karmar fyri vinnuligum virksemi, og vit vóna, at verkætlanin fer at økja um áhugan at reka vinnuvirksemi í økinum, og skapa fortreytir fyri trivnaði og framburði.