Tíðindi
02. feb 2020
Nýggi parturin av kirkjugarðinum vígdur
Í dýrdarveðrinum í dag, sunnudagin 2. februar 2020, varð nýggi parturin av kirkjugarðinum vígdur.
Símin P. Jacobsen, prestur, vígdi nýggja partin av kirkjugarðinum. Sera nógv fólk vóru samlaði til vígsluna.
Morgunin byrjaði við, at Kirkjuráðið bjóðaði morgunmat áðrenn gudstænastuna. Eftir gudstænastuna var vígslan.
Tað er Ronald Poulsen saman við Munin, sum hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi. Nýggi parturin av kirkjugarðinum hevur pláss fyri 180 gravum.
Nakrar myndir frá vígsluni síggjast niðanfyri.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
03. jul 2024
Tær góvu lív - Myndir frá bókaframløgu
02. jul 2024
Elin Henriksen givin sum bókavørður á Stranda bókasavni
28. jun 2024
Ung í arbeiði
28. jun 2024
Team Rynkeby-súkklararnir vitjaðu á Strondum
23. mai 2024
Myndarøð frá Kom út vikuni 2024
29. apr 2024
Flaggrøðan og flaggdagshaldið 2024 í myndum
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúlaframsýningini 2024
15. apr 2024