Tíðindi

Kommunustýrisfundur 24. apríl
Kommunustýrisfundur 24.04.2025, kl. 17:00
Mál nr.: 541-6-2025, keypa grót frá grundstykkjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Onnur viðgerð. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at keypa grót frá grundstykkjum, sum ikki eru útgrivin enn, og leggja tað við Hulkin.
Nevndin mælir til, at eykajáttan uppá 1. mill. kr. verður játtað á konto RS-751. Peningurin kann takast av RS-635, byggibúning. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 549-3-2025, Fríøki við Nónvarða
Reist hevur: Ólavur í Geil
Málslýsing: Umsókn um stuðul til fríøki við Nónvarða. T&M mælir til at stuðla verkætlanini við kr. 60.000. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum. Peningur er tøkur á RS-620. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: T&B nevndin mælir til at fara víðari við verkætlanini. Lagt fyri kommunustýrið um byggjast skal á økinum.
Mál nr.: 541-9-2025, broyta byggisamtykt til E-øki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í samband við útbygging av Sjóvarlon, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina til E-øki (almenn endamál). T&B mælir til, at byggisamtyktin verður broytt. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 211-1-2025, Eykajáttan til Roðan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýtt býti eftir fólkatalinum 1. januar 2025, gevur okkum eina eykaútreiðslu uppá kr. 255.750 á RS-272 og kr. 1.003 á RS-271. Fíggjarnevndin mælir til eykajáttan uppá kr. 260.000 á RS-272 og kr. 2.000 á RS-271. Lagt fyri kommunustýrið.
Viðmerkingar:
Fyrsta viðgerð. Onnur viðgerð verður 28. mai