Tíðindi
Stýrið fyri Roðan skipað
Á skipanarfundi á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í gjár, týsdagin 28. januar, skipaði stýrið seg. Teir níggju limirnir eru kommunustýrislimir í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur fram sum formaður. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, verður næstformaður.
Í stýrinum fyri Roðan eru:
fyri Sjóvar kommunu:
Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri
Drós Ellingsgaard
fyri Nes kommunu:
Súni í Hjøllum, borgarstjóri
Elin á Torkilsheyggi
fyri Runavíkar kommunu:
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Sigrun Jónsveinsdóttir
Jógvan Andersen
Arnfinn Langgaard
Johan Vest
Stýrið fyri Roðan fylgir kommunalum valskeiði
Jóngerð Guttesen er dagligur leiðari fyri Roðan, sum heldur til á Ellisheiminum í Runavík, á Vesturskini á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum og á dagtilhaldinum fyri minnisveik á Skála.