Tíðindi
Kommunustýrisfundur 16. desember
Kommunustýrisfundur 16.12.2024, kl. 17:00
Mál nr.: 321-1-2024, net til vøllin í skúlagarðinum
Reist av: Næmingaráðnum
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin.
Næmingar í Stranda skúla hava leingi víst á ynski at fáa hegn um multivøllin í skúlagarðinum. Í seinastuni er hetta eisini vorðið eitt alsamt størri ynski frá lærarum, og nú eisini frá leiðslu skúlans.
Vit hava fingið tilboð frá tveimum veitarum. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini at taka av øðrum tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 323-4-2019, spæliplássið í skúlagarðinum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýtt spæliøki við Stranda skúla
Ein partur av ætlanini at gera spæliplássið endaliga liðugt, var at trø og runnar skuldu plantast í skráningunum millum leikurnar. Hetta fer at gera økið meir hugnaligt og fjálgt, samstundis sum tað eisini fríðkar um.
Arbeiðið er partvíst byrja, tá miðdeildin í seinastu viku, saman við starvsfólkum úr Hjálpirót, settu uml. 150 trø og plantur niður. Ætlanin er at seta millum 1.000 og 1.500 trø og runnar niður.
Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at seta trø og runnar niður runt um spæliøkið, vísandi til kostnaðarætlanina.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 321-5-2024, innbúgv til hondarbeiðsstovu
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Innbúgv til nýggja hondarbeiðsstovu í Stranda skúla. Vit hava biðið um tilboð frá tveimum veitarum. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og mentanarnevndini at taka av bíligara tilboðnum. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 321-6-2024, skifta gólv í skúlanum
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Leggja gólv á skúlastovur. Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at taka av innkomnum tilboðið at leggja gólv á tvær skúlastovur. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 321-7-2024, innbúgv til skúlan
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at taka av tilboði um at keypa sofur til gongina á miðhæddini í gamla skúla. Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-32-24, binda skúlarnar saman
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Trivnaðar- og mentanarnevndin mælir til at heita á ráðgeva um at tekna uppskot um, hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman. Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&M. Peningur er tøkur á RS-413.
Lagt fyri kommunustýri
Mál nr.: 541-21-19, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging í Dávagerði. Freistin at lata tilboð inn var 6. desember. Tvey feløg hava víst áhuga fyri økinum. Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at fara í samráðingar við annan tilboðsgevaran. Lagt fyri kommunustýrið.