Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 13.02.2023
Tøkni- og býarskipanarnevndin 13.02.2023
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen, Jóhan Blábjørg
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:20
Andras luttók ikki í viðgerðini av máli nr. 541-21-2019
Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging í Dávagerði
Avgerð: Arbeitt verður við málinum.
Mál nr.: 104-11-2021, Íbúðir við Hálsatjørn
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging við Hálsatjørn, matr. 79bs og 79bt. Innkomin tilboð.
Avgerð: Arbeitt verður við málinum.
Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ábøtur á svimjihylin.
Avgerð: Nevndin mælir til at biðja Nomatek projektera umvælingararbeiði í svimjihylinum. Víst verður RS-413. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð: Tekniska umsiting arbeiðir við málinum.