Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 17.10.2022
Tøkni- og býarskipanarnevndin 17.10.2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:40
Mál nr.: 542-32-2022, umsókn um byggiloyvi
Reist av: Bjarna Kass
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til seyðahús
Avgerð: Nevndin mælir til, at umsóknin verður játtað. Umsitingin arbeiðir við málinum.
Mál nr.: 541-6-2021, busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging 79bs og 79bt
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Uppskotið frá sakføraranum kom beint áðrenn fundurin byrjaði, og nevndin hevur ikki havt møguleika at viðgera tað. Avgerð verður tikin á næsta fundi.
Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Uppskotið frá sakføraranum kom beint áðrenn fundurin byrjaði, og nevndin hevur ikki havt møguleika at viðgera tað. Avgerð verður tikin á næsta fundi.
Mál nr.: 542-18-2022, nýggj frítíðarstova
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Kunning um arbeiði við frítíðarstovuni
Fíggarætlan 2023:
· Orkukelda til bygningin í Langanesi
· Gøta millum Strendur og Kolbeinagjógv
· Vegur, íbinding Lágarvegur og Strandavegur
· Heygsvegur
· Parkeringspláss í Dreingjagerði
· Mála skúlan
· Spillivatnsætlan
· Góðkenning av reinsiverki