Vitja Sjóvar Kommunu

Bókasavn

Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum, sum er í Stranda skúla.

Á Stranda Bókasavni eru næstan allar føroyskar bøkur, sum eru komnar út seinastu 30 árini, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og fakbøkur.

Fakbøkur fevna um mangt og hvat: náttúru, bygdasøgu, list, ævisøgur, mál, uppskriftir, handbøkur – og nógv, nógv annað.

Eisini er eitt úrval av donskum barna- og ungdómsbókum, skaldsøgum og fakbókum.

Ljóðbøkur – bøkur at lurta eftir: skaldsøgur, endurminningar, søga, barnabøkur, ungdómsbøkur. Tær flestu eru sum fløgur, men nakrar eru á kassettubondum.

Upplatingartíðir
Um kvøldið

Mánakvøld
19:00 - 21:00
Týskvøld
16:00 - 18:00


Um morgunin:

Mánadag
09:30 - 11.45
 
 
Týsdag
09:30 - 09:55
11:30 - 12:30
 
Mikudag
09:30 - 11:45
 
 
Hósdag
09:30 - 09:55
 
 
Bókasavnið er tó ikki opið í feriutíð (fylgir skúlafrítíðini)

 

Barnagarðar, pensjonistafeløg og aðrir felagsskapir eru vælkomnir at avtala tíð at koma at vitja bókasavnið.

Stranda bókasavn er tøkt á internetinum. Tað ber til at síggja, hvørjar bøkur savnið hevur, og um tær eru tøkar.

Møguligt er at leita eftir bókum á www.bokasavn.fo.
 
Bókavørður á Stranda bókasavni er Elin Henriksen. Teldupostadressan hjá henni er: elin.henriksen@skulin.fo.

 

Park Strendur

Trøllið við Sjógv

JOEpizza

Somwang Thaifood

Send boð til Sjóvar kommunu