Tíðindi

Kommunustýrisfundurin, sum er lýstur at verða hósdagin 27. mars kl. 17, verður fluttur til kl. 18:00
Kommunustýrisfundur 27.03.2025
klokkan: 18:00
Mál nr.: 541-6-2025, keypa grót frá grundstykkjum
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at keypa grót frá grundstykkjum, sum ikki eru útgrivin enn, og leggja tað við Hulkin.
Nevndin mælir til, at eykajáttan uppá 1. mill. kr. verður játtað á konto RS-751. Peningurin kann takast av RS-635, byggibúning. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-10-2024, parkering í Dreingjagerði
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini, sum mælir til, at arbeiðið verður sett í gongd. Peningur er tøkur á RS-671, vegir íløgur. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 541-5-2025, útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at projektera vegirnar til víðari útstykking við Nónvarða. Peningur er tøkur á RS-635. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 544-2-2025, breiðka Hulkavegin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at seta arbeiðið í gongd. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-04-2025, goymslurúm til frítíðarstovuna
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing:
Fíggjarnevndin tekur undir við frá Tøkni- og býarskipanarnevndini um at gera goymslurúm til uttanduraleikur. Peningur er tøkur á RS-311. Lagt fyri kommunustýrið.