Svartatalva

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá

Týsdegnum 23. apríl 2024 til mánadagin 13. mai 2024

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu.

Partur av matrikkulnummar 56a sum víst á kortið, verður broytt frá k-økið (landbúnaður) til B-øki (sethús)

Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til:

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi mánadagin 13. mai 2024.

Kunngerð um framløgu av broyting í byggisamtykt

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 11. mars 2024 til týsdagin 2. apríl 2024.

Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:

Partur av matr. nr. 79bs við Hálsatjørn á Strondum, sum víst á korti.

Broytingin snýr seg um byggilinjuna: Teksturin ”Byggilinja í niðara borð (oman fyri rundkoyring) tekur støði í beinari linju millum grundstykkjahornini móti vegi á grannaognunum ávikavist norðan- og sunnan fyri (blá linja á kortskitsu her omanfyri), og skal bygging í minsta lagi halda seg til 7,0m frá hesi linju” verður broyttur til ”Byggilinja í niðara borð…skal bygging halda seg til 5,0m frá hesi linju.”

Endamálið við broytingini verður grundgivið soleiðis:

·       Hetta gevur møguleika fyri at skipa byggingina við bilstøðla- og atkomuøki oman fyri bygningarnar, soleiðis, at økið niðan fyri bygningarnar verður ruddiligari og betri møguleiki verður fyri at gera grøn øki niðan fyri bygningarnar.

·       Broytingin fer í sera lítlan mun at skerja útsýnið hjá grannunum.

 

Møgulig viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til

Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490  Strendur

ella sjk@sjovar.fo í seinasta lagi mikudagin 24. apríl 2024.

 

Send boð til Sjóvar kommunu