Bókasavn

Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum.

Stranda Bókasavn er skúlabókasavn og alment bókasavn í einum. Øll eru vælkomin at læna bøkur á bókasavninum, sum er í Stranda skúla.

Á Stranda Bókasavni eru næstan allar føroyskar bøkur, sum eru komnar út seinastu 30 árini, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og fakbøkur.

Fakbøkur fevna um mangt og hvat: náttúru, bygdasøgu, list, ævisøgur, mál, uppskriftir, handbøkur – og nógv, nógv annað.

Eisini er eitt úrval av donskum barna- og ungdómsbókum, skaldsøgum og fakbókum.

Ljóðbøkur – bøkur at lurta eftir: skaldsøgur, endurminningar, søga, barnabøkur, ungdómsbøkur. Tær flestu eru sum fløgur, men nakrar eru á kassettubondum.

Upplatingartíðir

Um kvøldið

Mánakvøld 19:00 - 21:00
Týskvøld 16:00 - 18:00

Um morgunin:

Mánadag 09:30 - 11.45    
Týsdag 09:30 - 09:55 11:30 - 12:30  
Mikudag 09:30 - 11:45    
Hósdag 09:30 - 09:55    

Bókasavnið er tó ikki opið í feriutíð (fylgir skúlafrítíðini)

 

Barnagarðar, pensjonistafeløg og aðrir felagsskapir eru vælkomnir at avtala tíð at koma at vitja bókasavnið.

Stranda bókasavn er tøkt á internetinum. Tað ber til at síggja, hvørjar bøkur savnið hevur, og um tær eru tøkar.

Møguligt er at leita eftir bókum á www.bokasavn.fo.
 
Bókavørður á Stranda bókasavni er Elin Henriksen. Teldupostadressan hjá henni er: elin.henriksen@skulin.fo.

Send boð til Sjóvar kommunu