Havnir

Havnir í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna er partur av Kongshavnar Havn, sí viðtøkur her: Viðtøkur fyri Kongshavnar Havn.

Sjóvar havn fevnir um havnaløgini á Hulki, í Heygstøð, í Langanesi og á Selatrað.

Havnaumsjónarmaður er Andrias Gregersen, hann hevur tlf. nr. 23 27 21. 

Heygsstøð

Í Heygstøð er atløgusíðan 103 metrar long, dýpið er 6 metrar.

Langanes

Í Langanesi er atløgusíðan 73 metrar long, við tilhoyrandi ferjulegu, har er 6 m. dýpi.

Hulkur

Á Hulki eru tvær atløgubryggjur. Norðara bryggjan er 110 m. og sunnara 50 m. long. Við norðaru bryggjuna er dýpið 12 metrar og við sunnaru 8 metrar. 

Selatrað

Á Selatrað er atløgusíðan 20 metrar long og dýpið er 4,5 m.

Send boð til Sjóvar kommunu