Tíðindi

10. mai 2024

Ruddingardagur 18. mai

Leygardagin, 18. mai 2024, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.

Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:

  • í missiónshúsinum á Selatrað
  • Geilin 15, Innan Glyvur
  • í bygdahúsinum á Strondum

Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.

Um tit vita um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.

Um tíð og manning loyvir tí, er ætlanin at fríðka um onkunstaðni í kommununi - meir kunning um tað í næstu viku.

Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 13.00. Eftir døgurðan verður bygdaquiz, samstundis sum filmur verður tendraður í bio-salinum til børnini.

Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.

 

Við vón um góða undirtøku.

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2024
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 2024
17. mai 2024
Faroese as a language course for adult newcomers 2024/­2025
17. mai 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13.05.2024
16. mai 2024
Ruddingardagu­rin útsettur vegna verkfall
16. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgv­ingar­degnum
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
15. mai 2024
Eingin almenn svimjing vegna verkfall
15. mai 2024
Ruskplássið stongt vegna verkfall

Send boð til Sjóvar kommunu