Tíðindi

30. apr 2024

Kommunustýrisfundur 29.04.2024

 
Kommunustýrisfundur  29.04.2023
 
Møtt: Artur Johansen, Jóannes E. Markná, Steingrím Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus, Hans Anders Jacobsen,
Súni F. Olsen og Andras RóinUmframt:

Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18.30

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Fyrireiking av vinnuøkinum
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og umhvørvisnevndini, og játta kr. 100.000 afturat til at fyrireika innkoyringina og vegaføringina til økið. Víst verður til RS-665.

Mál nr.: 542-6-2024, mála skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Taka støðu til tilboð um at mála skúlan
Avgerð: Samtykt at taka av øðrum tilboðnum til at mála skúlan. Víst verður til RS-413.

Mál nr.: 321-1-2023, svimjihylurin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli frá tekniska leiðara um at brúka kr. 280.000 til umvælingar í svimjihylinum.
Avgerð: Samtykt at brúka kr. 280.000 til umvælingar í svimjihylinum. Víst verður til RS-413.

Mál nr.: 323-6-2024, bókasavnið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli um fleiri tímar til bókasavnið
Avgerð: Samtykt at hækka tímatalið hjá savnsvørðinum á bókasavninum úr fýra upp í seks tímar um vikuna.

Mál nr.: 329-2-2024, almenn svimjing
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Møguligar broytingar í upplatingartíðum
Avgerð: Grundað lítla undirtøku er samtykt, at eingin almenn svimjing verður mánadag næsta skúlaár. Seks atkvøður fyri og ein ímóti. 
 
 
 
 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
30. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29.04.2024
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023

Send boð til Sjóvar kommunu