Tíðindi
Earth Hour í Sjóvar kommunu
Sjóvar kommuna luttekur eisini í tí heimsumfatandi "Earth Hour" átakinum 2024, sum verður í kvøld, leygarkvøldið 23. mars kl. 20.30-21.30
Kommunan luttekur við at sløkkja øll gøtuljós í kommununi hendan tíman, undantikið ljósini á havnaløgunum.
Vegna sløkt gøtuljós, verða fólk biðin um at verða serliga ansin í ferðsluni hetta tíðarskeiðið.
Earth Hour, ella Tími Jarðarinnar, er eitt altjóða átak, hvørs endamál er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni. Átakið byrjaði í Sydney í 2007, og einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 190 londum luttaka í hesum átakið. Um ein ynskir at lesa meira um hetta átak, kann man trýsta á her.
Sjóvar kommuna heitir á borgarar sínar um eisini at sløkkja ljósini hendan tíman, og á hendan hátt stuðla átakinum.