Tíðindi
Fjølmentanarligt tiltak á Strondum
Sunnudagin 22. oktober kl. 16 verður afturvendandi fjølmentanarligt tiltak í bygdahúsinum á Strondum.
Tiltakið er ein liður í Fjølmentanarvikuni, sí meir um hana her.
Á tiltakinum í bygdahúsinum fara borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi.
Tiltakið byrjar við, at umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið, áðrenn Cinthia Gonzáles Parada og Sergio Martinez framføra nøkur løg. Tailendskur dansur verður eisini framførdur.
Eftir hetta verður boðið inn í prýddu høllina, har eygu, oyru og smakkleykir fáa forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fáa øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey leggja oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu smakkiroyndirnar umboða fylgjandi lond:
- Kili
- Peru
- Tailand
- USA
Seinasta ár varð undirtøkan fyri tiltakinum sera góð! Vit vóna, at hon verður eins góð aftur í ár, og at vit á henda hátt saman fagna teimum ymisku mentanunum, ið virka og hava sítt lív mitt í okkara egna samfelagi.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.