Tíðindi

18. okt 2023

Fjølmentanarligt tiltak á Strondum

Sunnudagin 22. oktober kl. 16 verður afturvendandi fjølmentanarligt tiltak í bygdahúsinum á Strondum.

Tiltakið er ein liður í Fjølmentanarvikuni, sí meir um hana her.

Á tiltakinum í bygdahúsinum fara borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi.

Tiltakið byrjar við, at umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið, áðrenn Cinthia Gonzáles Parada og Sergio Martinez framføra nøkur løg. Tailendskur dansur verður eisini framførdur. 

Eftir hetta verður boðið inn í prýddu høllina, har eygu, oyru og smakkleykir fáa forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fáa øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey leggja oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu smakkiroyndirnar umboða fylgjandi lond: 

  • Kili
  • Peru
  • Tailand
  • USA

Seinasta ár varð undirtøkan fyri tiltakinum sera góð! Vit vóna, at hon verður eins góð aftur í ár, og at vit á henda hátt saman fagna teimum ymisku mentanunum, ið virka og hava sítt lív mitt í okkara egna samfelagi. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

Myndir frá tiltakinum seinasta ár síggjast her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. nov 2024
Jólatræið á Strondum verður tendrað
21. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25. nov.
21. nov 2024
Fíggjar­nevndarfundur 21.11.2024
21. nov 2024
Opið Atelier
20. nov 2024
Áheitan til bilførarar
20. nov 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.11.2024
19. nov 2024
Fundur í V&U
18. nov 2024
Eldraráðið fund í Løkshøll í kvøld

Send boð til Sjóvar kommunu