Tíðindi

10. okt 2022

Fjølmentanarligt tiltak á Strondum

Leygardagin 15. oktober kl. 17 verður eitt fjølmentanarligt tiltak í bygdahúsinum á Strondum.

Tiltakið er ein liður í Fjølmentanarvikuni, sí meir um hana her.

Á tiltakinum í bygdahúsinum fara borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi.

Tiltakið byrjar við, at umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið, áðrenn kórið "Silvitni" við Cinthiu Gonzáles Parada á odda framførir nøkur løg.

Síðani fer kroatiska Dijana Savic at hava eina stutta framløgu um mentan og siðir úr heimlandinum.

Eftir hetta verður boðið inn í prýddu høllina, har eygu, oyru og smakkleykir fáa forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fáa øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey leggja oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu smakkiroyndirnar umboða fylgjandi lond: 

  • Kili
  • Peru
  • Kroatia
  • Turkalandi
  • USA
  • Japan
  • Filippinunum

Vit vóna, at tikið verður væl ímóti hesum tiltaki. Góð undirtøka stuðlar og fagnar teimum ymisku mentanunum, ið virka og hava sítt lív mitt í okkara egna samfelagi. 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. nov 2024
Jólatræið á Strondum verður tendrað
21. nov 2024
Kommunustýrisfundur 25. nov.
21. nov 2024
Fíggjar­nevndarfundur 21.11.2024
21. nov 2024
Opið Atelier
20. nov 2024
Áheitan til bilførarar
20. nov 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.11.2024
19. nov 2024
Fundur í V&U
18. nov 2024
Eldraráðið fund í Løkshøll í kvøld

Send boð til Sjóvar kommunu