Tíðindi
Søkt verður eftir sernámsfrøðingi
Sernámsfrøðingur til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
Søkt verður eftir sernámsfrøðingi/námsfrøðingi til dagstovnin Lítlafløtt at byrja 1. mars.
Talan er um eitt farloyvisstarv at seta 1. mars 2020 og til 15. februar 2021. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Arbeiðsupgávan er, í tøttum samstarvi við leiðara, starvsfólk og foreldur at eygleiða, stimbra og ráðgeva tá børn hava serligan tørv.
Vit ynskja:
• At tú hevur viðkomandi royndir
• At tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
• At tú vísir ábyrgd og hevur góð samstarvsevni
• At tú hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.
Umsókn við avriti prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2020, kl. 12, og skal sendast til:
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
ella við telduposti til: litliflottur@sjovar.fo