Mangan spurt

Her hava vit savnað nakrar av mest vanligu spurningunum, ið borgarar ivast í. Finnur tú ikki svarið tú leitar eftir her, so set teg endiliga í samband við okkum.

Spurningar og svar

Hvussu flyti eg bústað?

Skalt tú flyta innan kommunumark, skalt tú boða frá á kommunuskrivstovuni.

Skalt tú flyta til Sjóvar kommunu úr øðrum landi, skalt tú boða okkum frá. Tú skalt upplýsa tað persóntal, ið tú hevði í landinum, tú flytir úr, eins og eitt møguligt føroykst persónstal. Eisini skal upplýsast, um tú ynskir at vera limur í fólkakirkjuni. 

Tú skalt vísa samleikaprógv í sambandi við fráboðanina um flyting, sbr. við § 6, stk. 3 í kunngerðini um fólkayvirlit - pass og váttan um møguligt persónsnummar skulu verða víst fram. 

  • Skalt tú flyta í aðra kommunu í Føroyum, skalt tú boða frá hjá tí kommununi, tú flytir til. 
  • Skalt tú flyta til eitt Norðurland, skalt tú venda tær til kommununa í tilflytaralandinum og boða frá flytingini. 
  • Skalt tú flyta til onnur lond enn Norðurlond, skalt tú boða kommunuskrivstovuni frá minst 5 dagar áðrenn flyting. Tú fært so flytipappír við tær, sum skulu latast fólkayvirlitinum í kommununi, tú flytir til.
Hvussu og hvar kann eg fáa bátapláss?

Fyri at fáa pláss við bátabrúgvarnar á Selatrað, í Heygstøð, í Buldog, ella við Sjógv skal útfyllast umsóknarblað. Kunning um bátastødd, eigara og ábyrgdara av bátinum verða skrásettir í umsóknarblaðnum. 

Bíðirøð er til bátaplássini á øllum støðum. Umsóknarblað finst her: Oyðubløð.

Hvat kostar at leiga eitt bátapláss?

Frá 1. januar 2007, kosta øll bátaplássini líka, óansæð stødd á báti - kr. 950,- fyri hálvárið, + mvg.

Hvussu fái eg byggiloyvi?

Tekniska umsiting tekur sær av øllum byggimálum í kommununi. 

Øll bygging krevur loyvi, áðrenn byrjað verður. Umsóknir um byggiloyvi skulu vera dagfestar, hava navn og bústað hjá umsøkjara og matrikulnummarið, har byggjast skal. 

Sjóvar kommuna hevur ein faldara, sum nágreiniliga sigur hvørjir upplýsingar eru neyðugir, áðrenn tú fært byggiloyvi. 
Byggimál, har møgulig frávik eru frá byggisamtyktini, hava longri avgreiðslutíð enn vanlig byggimál, tí tey skulu viðgerast í kommunustýrinum.

Hevur tú eitt kommunalt grundstykki, er gjald fyri veg, kloakk og vatn íroknað grundstykkjaprísin. Er grundstykki privat, skalt tú gjalda kr. 20.000 fyri íbinding í tað kommunalu kloakk og vatnleiðingina.

Les meiri um bygging her: Bygging

Hvussu fái eg grundstykki?

Fyri at fáa kommunalt grundstykki at byggja sethús á, skal umsókn sendast til Sjóvar kommunu. Yvirlit yvir hvørji grundstykkir eru tøk, sæst undir Bygging á heimasíðuni.

Nærri kunning um hetta fæst við at ringja til Sjóvar kommunu tlf. 47 27 27.

Leysgangandi hundar

Kommunan hevur gjørt avtalu við Runavíkar kommunu um upptøku av leysgangandi hundum, boðaðst skal frá á politistøðini tlf. 47 14 48.

Illgruni um rottur

Er rotta at síggja, ella er illgruni um rottu, so skalt tú ringja til Jón, sum er at hitta á tlf. 23 27 26.

Fíggjarligt frípláss á dagstovninum

Foreldur, ið hava børn á dagstovninum, kunnu søkja kommununa um fíggjarligt frípláss. Umsóknarblað verður útfylt og latið saman við inntøkuupplýsingum, sum fáast til vega frá TAKS. Umsóknarblað fæst frá dagstovnaleiðaranum, ella her á heimasíðuni. Umsóknirnar verða avgreiddar á kommunuskrivstovuni.

Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan at galda frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin. Foreldrini hava skyldu at boða kommununi frá um broytingar í inntøkuviðurskiftunum. 

Hvussu fái eg fatur á kommunulæknanum?

Læknavikarur tlf. 47 70 40. Telefontíð 8 - 9.

Bílegging av tíð og heiluvági: 9.00-11.00 ella á Mínlækni

Hvat geri eg í samband við jarðarferð?

Boðað verður frá til gravaran, Jón L. Rasmussen, tlf. 23 27 26, so hann fær at vita nær jarðarferðin verður. Kommunan bjóðar líkbil um tit ynskja tað. Líkvognurin v/Maggi Olsen tlf. 22 52 27 / 44 79 62. 

Møguleiki er at lána bygdahúsið til ervið. Ringjast kann á kommunuskrivstovuna at biðja um húsið. Reglugerð fyri kirkjugarðar er eisini tøk her á síðuni.

Vegleiðing í samband við jarðarferð.

Hvat kostar at leiga undirlendi til bingju ella skúr á havnaøkinum?

Frá 1. januar 2007, kostar tað kr. 130,- fyri fermeturin um árið.

Send boð til Sjóvar kommunu